Morgunmatur 65+ á Seglloftinum leygardagin

Komandi leygarmorgun 2. november, frá kl. 10-12, er enn einaferð morgunmatur 65+ á skránni á Seglloftinum.

Tvøroyrar kommuna er vertur fyri tiltakinum, ið er ókeypis og ætlað borgarum í Tvøroyrar kommunu, ið eru 65 ár og eldri.

Verið hjartaliga vælkomin ein túr á Seglloftið til hugna, góðan mat og góða samveru.

Facebook viðmerkingar