BKE bíligasta tilboð uppá arbeiðsvegin til Hvalbiartunnilin

Nú nærkast dagurin, har farið verður undir nýggjan Hvalbiartunnil, tunnil millum Hvalba og Trongisvág. Landsverk bjóðaði herfyri út arbeiðsvegin til tunnilin.

Talan er um ein arbeiðsveg, sum er 1,2 km til longdar. Og tá tilboðini vóru latin upp var tað greitt, at fyritøkan, BKE, hevði bíligasta tilboðið. BKE hevur bjóðað seg fram at gera vegin fyri  1,026.820 krónur.

In.fo skrivar, at Landsverk fer nú at undir samráðingar við BKE um smálutirnar í arbeiðnum, men treytin er, at vegurin skal vera liðugur ár. Endamálið við tí er, at játtar Løgtingið pening til nýggja Hvalbiartunnilin á fíggjarlógini fyri næsta ár, skal tað verða klárt at seta á at bora við ársbyrjan.

Grótið til arbeiðsvegin lænir Landsverk frá Hvalbiar Kommunu, sum hevur grót í einum grótbrotið. Tá ið farið verður at bora tunnilin, fær Kommunan grótið aftur, men ístaðin fyri at leggja tað aftur í grótbrotið, skal tað koyrast beint oman á havnarlagið við tí endamálið at bøta um umstøðurnar har, skrivar in.fo.

Hvalbiartunnilin fer í mesta lagi at kosta 272 mió. Kr. og ætlanin er, at arbeiði skal byrja fyrst í komandi ári og vera liðugt í 2021. Nýggi Hvalbiartunnilin verður umleið 2,5 km til longdar. 

 

Facebook viðmerkingar