Í døgunum 30. apríl til 6 mai 2018, verður umhvørvisvika á Tvøroyri. Umhvørvið kring allan heim er undir støðugum trýsti av dálking av øllum hugsandi slagi og er tað okkara skylda at gera nakað við hetta. Hóast vit eru fá og fjarskotin í Føroyum, so kunnu vit ikki renna undan ábyrgd, tí vit føroyingar dálka eisini.
Tvøroyrar Kommuna fer tí undir at skipa fyri umhvørvisviku og er ætlanin, at hetta skal vera eitt afturvendandi tiltak. Átakið er eitt samstarv millum Tvøroyrar kommunu, Tvøroyrar skúla, ítróttar- og áhugafeløg og borgaran. Tað vil siga, at ein samantvinning av ítøkiligum ruddingarátøkum runt um í býnum, framløgum/fyrilestrum við umhvørvispolitiskum evnum umframt sosial tiltøk við tónleiki og ábitið.
Í komandi viku fara vit at kunngera skránna og vit vóna at fólk fara at taka væl ímóti.
Facebook viðmerkingar