Hví eru Betrideildardystir í Suðuroynni samstundis?

Fyri fyrstu í 10 ár eru tað tvey lið í Betrideildini hjá monnum í Suðuroynni eftir at FC Suðuroy og TB bæði vunnið uppflyting úr 1. deild í fjør.

Nú ein mánaði er til fótbóltskappingin í bestu mansdeildini fer ígongd er spenningurin so spakuliga við at spjaða seg í Suðuroynni. Liðini bæði, FC Suðuroy og TB, hava í mánaðir fyrireika seg til kappingarbyrjan og fótbóltsprátið hevur seinastu vikurnar flutt seg frá ensku Premier League til heimligu kappingina.

Fyrsta umfar í Betrideildini er vikuskiftið 7.-9. mars. HB og B68 spæla fríggjakvøldið 7. mars og hini fýra umførini eru sunnudagin 9. mars.

Eitt sum fellur í eyguni er, at bæði FC Suðuroy og TB hava heimavøll sunnudagin 9. mars. FC Suðuroy í Vági ímóti EB/Streymi kl. 14.00 og TB við Stórá ímóti Víkingi kl. 14.45.

Hvussu ber tað til, at hesir dystir ikki eru hvør sín dag, ein dystur leygardag og ein sunnudag?

Nú Betrideildar-fótbóltur í mansdeildini aftur er í Suðuroynni, so burdi tað verið lag á manni at fáa skipað soleiðis fyri, at áskoðarar ikki verða tvungnir til at velja antin at fara á Eiði í Vági ella at fara við Stórá í Trongisvági.

Tað er ikki bara hetta fyrsta umfarið, at FC Suðuroy og TB spæla á heimavølli í senn, tað gera liðini bæði fleiri ferðir í 2025. Leiksskráin er her.

Tað má bera til hjá FSF at leggja dystirnar soleiðis, at FC Suðuroy og TB ikki spæla samstundis sama dag. Tá má bera til at annað liðið spælir leygardag og hitt sunnudag, ikki minst tá tað nú er vorðið púra vanligt, at dystir í Betrideildini eru ymiskar dagar.

Facebook viðmerkingar