![](https://sudurras.fo/wp-content/uploads/2025/02/20250206-dsc06471-enhanced-nrarktisk_kommando-1024x683.jpg)
KVF: Fyrrapartin var hátíðarløta hjá Arktisk Kommando í Havn, nú Arktisk Kommando í Føroyum hevur fingið ein nýggjan ovasta.
Tað var ein serlig løta, tí hetta er fyrstu ferð, at ein føroyingur tekur sætið sum ovasti í føroysku deildini hjá Arktisk Kommando, sambindingarelementið, í Føroyum, síðan Færøernes Kommando varð niðurlagt í 2012.
48 ára gamli Bárður Fríði Sandá, sum er ættaður úr Vági, men hevur búð í Danmark seinastu 27 árini, sær tað sum ein stóran heiður, at hann nú er ovasti í Arktisk Kommando í Føroyum, segði hann, tá hann helt røðu til reseptiónina fyrrapartin.
Led meira her.
Facebook viðmerkingar