Landið skipar ovurfisking – ikki fiskivinnan

Í grein í miðlunum í dag (13. feb. 2025) rør Jacob Vestergaard, løgtingslimur, uppundir, at undirritaði ákærur fiskivinnuna fyri ovurfisking.

Hetta er tikið úr leysum lofti og er sjálvandi ikki rætt – eins og øll kunnu lesa í mínari viðmerking “Burðardyggur fiskiskapur tryggjar framtíðina – ikki ovurfisking” frá ónsdegnum 12. februar 2025.

Londini skipa ovurfisking

Ósemjan millum strandarlondini um býtið av makrel, norðhavssild og svartkjafti hevur sum kunnugt ført við sær, at strandarlondini hvør sær hava ásett sær stórar kvotur – og hava londini í felag ovurfiskað stovnarnar við 30-45% í mun til vísindaligu ráðgevingina frá ICES.

Tá londini ár um ár hava sett sær kvotur, hevur fiskivinnan í ymisku londunum fiskað ásettu kvoturnar.

Tað eru londini, sum skipa ovurfiskingina, ikki fiskivinnan.

Løgdu aðra kós í 2023 við breiðum stuðli

Tá vit í 2023 gjørdu av at leggja aðra kós og arbeiða fram ímóti semjum um makrel, norðhavssild og svartkjafti var høvuðsendamálið at leggja lunnar undir burðadyggari fiskiskapi.

Hendan kósin varð løgd við fullum stuðli frá samráðingartoyminum hjá Fiskimálaráðnum, við stuðli frá vinnuni – og við greiðari samráðingarheimild, sum Uttanlandsnevndin hjá Løgtinginum eisini hevur tikið undir við.

Vinnan tekur undir við semjuni

Tá makrelsemjan millum Føroyar, Norra og Bretland varð undirskrivað í juni 2024, var hetta eisini við stuðli frá vinnuni. Reiðarar vóru tá alment frammi við jaligum viðmerkingum og stuðlaðu semjuni.

Jacob Vestergaard var eisini alment frammi og tók ikki undir við at makrelfiskiskapurin nú verður skipaður burðardyggari og skynsamari fyri føroyska vinnu.

Í desember varð semja gjørd millum Føroyar og Norra um norðhavssild – hetta varð eisini gjørt við stuðli frá vinnuni.

Jacob Vestergaard hevur eisini verið frammi um semjuna um norðhavssild og tekur heldur ikki undir við at sildafiskaskapurin verður skipaður burðardyggari.

Ovurfiskiskapur byggir onga framtíð

Sum fiskivinnutjóð er tilfeingið í sjónum eitt týðandi høvuðsgrundarlag undir føroyska búskapinum og undir vælferðini í Føroyum.

At leggja dent á at skipa fiskiskapin burðardyggari er ein íløga í okkara egnu vinnu og í okkara egna samfelag, bæði nú og frameftir.

Ovurfiskiskapur og niðurfisking av tilfeinginum í sjónum byggir onga framtíð, tí løgdu vit eisini aðra kós í 2023.

Tað stendur øllum frítt at taka undir við nýggju kósini um burðardyggari fiskiskap – ella verða ímóti henni.

Eg eri fullvísur í, at rætta kósin fyri Føroyar sum fiskivinnutjóð er at virka fyri burðardyggari fiskiskapi, tí hava vit eisini við stuðli frá m.ø. vinnuni gjørt semju um makrelin og um norðhavssildina.

Dennis Holm, landsstýrismaður

Facebook viðmerkingar