Samráðingarnar eru steðgaðar

Heilsuhjálparafelag Føroya hevur steðgað samráðingunum við Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og felagið umhugsar nú støðuna.

Samráðingarnar skuldu halda fram í dag, har Kommununala Arbeiðsgevarafelagið skuldi leggja fram eitt uppskot um semju, men fundurin bleiv slitin eftir bert 20 minuttum.

Vit hava samráðst í fýra mánaðir og áttu tí at havt eina fatan av ynskjunum hjá hvør øðrum. Men so var ikki. Uppskotið frá Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum var ein long røð av krøvum, um at okkara limir skuldu geva frá sær vunnin rættindi, uttan at fáa nakað afturfyri. Tí steðgaði eg fundinum, sigur Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelag Føroya.

Okkara limir røkja nakrar av mest viðbreknu uppgávunum í samfelagnum, tí gera vit einki í óðum verki. Men hetta uppskotið, ið kom á borðið í dag, ger seg somikið nógv inn á okkara rættindi, at har var einki grundarlag at samráðast víðari. Nú umhugsa vit næsta leik væl og virðiliga, heldur Mary Antonsdóttir fram.

Eingin nýggjur fundur er á skrá.

Mary Antonsdóttir, forkvinna Heilsuhjálparafelag Føroya

Facebook viðmerkingar