Felagsguðstænasta fyri alla Suðuroynna

Kirkjurnar og sunnudagsskúlarnir í Suðuroynni bjóða sunnudagin til stórt felagstiltak í Vági.

Marghøllin, sum í fjør bleiv gjørd aftur eftir stóran skaða, verður í ár karmur um felagsguðstænastu, ið prestarnir og kirkjuráðini í Suðuroynni skipa fyri.

Tiltakið hevur verið fyrireikað í eina tíð og nú sunnudagin verður stóra tiltakið, ið er ætlað øllum, børnum, vaksnum, ungum og eldri.

Áður hava prestarnir og kirkjuráðini skipað fyri útiguðstænastu, men hetta er fyrsta veruliga tiltak fyri alla oynna.

Guðstænastan sunnudagin kemur at líkjast vanligari guðstænastu, tó so eru søga og sangur, ið venda sær til børnini eisini á skránni. 

Eftir guðstænastuna verður bjóðað til pizza og okkurt drekkandi, eins og tað eisini verður kaka og kaffi. 

Frálíku karmnarnir í Marghøllini gera so eisini at eftir guðstænastuna, kunnu tey vitjandi royna klatriveggin, hoppiborgirnar og annars spæla sum teimum lystir. 

Guðstænastan byrjar kl. 13 í Marghøllini í Vági og vóna prestarnir at fólk úr allari oynni leita sær til tiltakið.

Prestar og Kirkjuráðini í Suðuroynni. 

Facebook viðmerkingar