
Bolt.fo: 20 ára gamli leikarin hevur skift til FC Suðuroy.
Oddmar Jespersen hevur síðstu árini verið partur av besta hópinum hjá TB. Í 2021 spældi hann sambært FaroeSoccer sínar fyrstu dystir á besta liðnum og hann hevur spælt øll árini síðani fram til á sumri í 2024, tá hann skifti til HB, har hann spældi við næstbesta liðnum.
Nú verður tað í FC Suðuroy at Oddmar Jespersen fer at spæla. Hann hevur vant við uppflytarunum síðstu vikurnar, og nú er spæliloyvið flutt.
Facebook viðmerkingar