Metluttøka til FM í inniróðri

Róðrarsambandið: FM í inniróðri verður hildið í ítróttarhøllini við Streymin nú leygardagin tann 8. mars 2025.

Rógvimaskinan er ein sera sunnur háttur at íðka ítrótt á. Venjingin á rógvimaskinuni aktiverar 80% av vøddunum í kroppinum, samstundis er tað ein sera mild ítróttargrein fyri beinagrindina og liðir. Tískil er rógvimaskinan sera væl egnað til bæði børn og aldrandi fólk.

At øll kunnu rógva sæst eisini aftur í tilmeldingunum til FM í inniróðri. Tað er metluttøka til FM í inniróðri í ár, við heili 194 einstaklingatilmeldingum og 15 tilmeldingum til liðkappingina. Aldurspennið fevnir sera breitt hesuferð, har tann yngsta gentan er 10 ár og tann eldsti maðurin er 59 ár.

Til HM í inniróðri seinasta mánaða vístu fleiri av føroysku rógvarunum, at vit hava íðkarar ið eru í heimselituni tá tað kemur til inniróður. Samlað fingu vit 5 heiðursmerkir til HM í ávíkavist 500 m og 2000 m teinunum.

Umstøðurnar hjá áskoðarum og rógvarunum eru sera góðar í ítróttarhøllini við Streymin. Høllin er lutfalsliga nýggj við stórum glasfasadum út ímóti brúnni við Streymin. Hetta gevur eitt serstakt huglag, tá ein sær rógvararnar geva alt framanfyri tí vakra landslagnum við brúnna.

Kappingarnar byrja klokkan 10 og enda áleið kl 18, og vóna vit at síggja nógvar áskoðarar til kappingarnar. Høvi verður til at keypa kaffi og køkur ígjøgnum allan dagin.

Facebook viðmerkingar