Tjóðveldi: Vit gera broytingar í landsstýrinum

Jóhan Christiansen og Eirikur í Jákupsstovu vera nýggj landsstýrisfólk fyri Tjóðveldi.

Vit gera eina rokadu í landsstýrinum.

Sirið Stenberg verður landsstýriskvinna í Uttanríkis- og Vinnumálum, Eirikur í Jákupsstovu verður landsstýrismaður í Almanna- og Mentamálum og Jóhan Christansen verður landsstýrismaður í Fiskivinnu- og Samferðslumálum.

Í kjalarvørrinum av at Dennis Holm fyri viku síðani fór úr sínum sessi í landsstýrinum, varð neyðugt at velja eitt nýtt landsstýrisfólk at umsita í Fiskivinnu- og Samferðslumál.

Aðalstjórn og landsstýris- og tingmanning hava í vikuni viðgjørt møguleikarnar, og eru samd um, at løtan er røtt at gera eina rokadu. Hetta merkir at Høgni Hoydal fer úr landsstýrinum. Tingbólkurin verður nú, Hervør Pálsdóttir, Høgni Hoydal, Bjørt Samuelsen, Annika Olsen, Dennis Holm og Liljan Weihe.

Jóhan Christiansen er 47 ára gamal og er rakstrarstjóri hjá Ocean Rainforest, og bachelor í stjórnmálafrøði. Hann var borgarstjóri fyri Tjóðveldi í Eysturkommunu frá 2009 til og við 2020. Hann hevur stillað upp til Løgtingsvalið í 2015, 2019 og 2022.
Hann býr í Leirvík saman við konuni og eiga tey tvey børn. Jóhan er limur í Eysturoyar Tjóðveldisfelag.

Eirikur í Jákupsstovu er 37 ára gamal og er Tingmaður fyri Tjóðveldi. Hann stillaði fyrstu ferð upp fyri flokkin í 2022, og kom inn á Ting sum varamaður tá vit fóru í samgongu.
Hann er útbúgvin løgfrøðingur og arbeiddi fyri flokkin áðrenn hann stillaði upp í løgtingsval. Hann býr í Klaksvík saman við konuni, og eiga tey trý børn. Eirikur í Jákupsstovu er limur í Norðoya Tjóðveldisfelag

Tjóðveldi 7.3.25

Facebook viðmerkingar