Suðuroyar Sparikassi lækkar renturnar

Í gjár lækkaði danski Tjóðbankin leiðandi rentuna við 0,25%-stigum. 

Hetta hevur við sær, at Suðuroyar Sparikassi eisini lækkar sínar rentu. 

Hetta er galdandi fyri bæði privat- og vinnukundar, og ítøkiliga er talan um hesar broytingar: 

• Útlánsrenturnar lækka við upp til 0,25 %-stigum. 

• Innlánsrenturnar lækka somuleiðis við upp til 0,25 %-stigum. 

Broytingarnar koma í gildi 16. apríl 2025. 

Rentuyvirlitið á heimasíðuni www.ss.fo verður dagført, tá ið broytingarnar koma í gildi.

Facebook viðmerkingar