Betrideildin hjá monnum aftur í Suðuroynni

Fríggjakvøldið er fyrsti dystur í Betrideildini hjá monnum kappingarárið 2025 á skrá, tá HB tekur ímóti B68 í Gundadali. Hinir fýra dystirnar í fyrsta umfari eru sunnudagin – og tá vendur Betrideildar fótbóltur eisini aftur til Suðuroynna.

Sum kunnugt vunnu bæði FC Suðuroy og TB uppflyting úr 1. deild upp í Betrideildina. FC Suðuroy kom i 2023 úr 2. deild, meðan TB í 2023 flutti niður úr Betrideildini. Nú skulu bæði liðini so royna seg í Betrideildini aftur.

Bæði FC Suðuroy og TB spæla á heimavølli í hesum 1. umfarinum í Betrideildini. Báðir dystir verða sunnudagin, tí FSF hevur aðalfund leygardagin.

FC Suðuroy tekur ímóti EB/Streymi á Eiðinum. Dysturin byrjar kl. 14.00

TB tekur ímóti meistarunum úr Víkingi og dysturin við Stórá byrjar kl. 14.45.

Dystirnar í 1. umfari eru hesir.

Facebook viðmerkingar