
Í vikuskiftinum er 5. umfar í Betrideildini á skránni. Ein dystur verður leygardagin og fýra dystir verða sunnudagin. Bæði Suðuroyarliðini spæla sunnudagin.
TB tekur sunnudagin ímóti oddaliðnum úr NSÍ. Dysturin við Stórá byrjar kl. 14.45.
FC Suðuroy skal sunnudagin vestur í Vágar, har 07 Vestur tekur ímóti. Dysturin á Dungasandi í Sørvági byrjar kl. 15.00.
Facebook viðmerkingar