Vikuskiftismøtir í Fámjin

Komandi vikuskifti hevur Heimamissiónin møtir í Fámjins kirkju.

Leygardagin 21. apríl kl. 20.00 talar Andrias Magnussen Saltnes og Streingjakórið í Porkeri syngur.

Sunnudagin 22. apríl kl. 18.00 talar Marius Jacobsen Leirvík og Sumbiarkórið syngur. Innsavnan verður til Heimamissiónina.

Bæði kvøldini verður boðið til ein drekkamunn í Vesturhøll.

Facebook viðmerkingar