Tvøroyrar kommuna samtykti í mars 2018, at tey ynsktu at gerast partur av samstarvinum í verkætlanini hjá Fólkaheilsuráðnum, ABC fyri sálarliga heilsu.
Hetta eru vit fegin um, og vit bjóða Tvøroyrar kommunu vælkomnum í samstarvið. Vit gleða okkum til at fylgja við, hvussu tey fara at seta átakið í verk og skapa karmar fyri betri sálarligum heilsuumhvørvi í kommununi. Bjarni Nyggard, ið er trivnaðarfólk í kommununi, verður ABC samskipari. Í Suðuroynni umboða bæði Vágs kommuna og Tvøroyrar kommuna ABC fyri sálarliga heilsu.
Sostatt eru í løtuni 18 kommunur, stovnar og feløg við til at betra um karmarnar fyri sálarliga heilsufremjandi arbeiði í Føroyum.
Fólkaheilsuráðið hevur ábyrgd fyri verkætlanini. Í ABC samstarvinum eru hesir samstarvsfelagar: Føroya Skótaráð, Føroya Náttúru- og Umhvørvisfelag, Reyði Krossur Føroya, Blái Krossur Føroya, Sinnisbati, Lívdin, Ítróttarsamband Føroya, Parasport Føroya, Gigni, Almannaverkið, SSP, Klaksvíkar kommuna, Sunda kommuna, Tórshavnar kommuna, Vága kommuna, Vágs kommuna, Tvøroyrar kommuna og Kommunufelagið.
Facebook viðmerkingar