Summarstørv í Almannaverkinum

Almannaverkið søkir eftir umleið 30 summaravloysarum til ymiskar tænastur stovnsins. Vit leita eftir útbúnum ella lesandi innan flestu fakøkini, sum starvast í Almannaverkinum.

Almannaverkið hevur tørv á summarferiuavloysarum til 12 av virkiseindum stovnsins. Leitað verður fyrst og fremst eftir umsøkjarum, sum eru útbúnir ella eru undir útbúgving til hesi fakøki:

  • Námsfrøðingar
  • Sjúkrarøktarfrøðingar
  • Heilsurøktarar
  • Heilsuhjálparar
  • Ergoterapeutar
  • Fysioterapeutar

Um størvini

Tørvur er á summarferiuavloysarum til báðar Trivnaðardeplarnar og til deildirnar Endurvenjing og Hjálpartól í Viðskiftadeplinum.

Í Trivnaðardeplunum er talan um fjølbroyttar arbeiðsuppgávur á sambýlum, í stuðulstilboðum ella dagtilboðum fyri borgarar við ymiskum avbjóðingum.

Arbeitt verður í flestu førum í skiftandi vaktum allar dagar í viku. Tørvur er á summarferiuavloysarum í Norðoyggjum, Eysturoy, Streymoy, Vágum og í Suðuroy.

Í Endurvenjing og Hjálpartól er tørvur á ergoterapeutum ella fysioterapeutum, sum skulu taka sær av uppgávum innan fakøkini í breiðastu merking, so sum at vera í endurvenjingini, og at gera tilmæli um hjálpartól og líknandi uppgávur. Uppgávurnar krevja sum heild eitt sindur av upplæring.

Í umsóknarblaðnum “Umsókn summarstarv”, sum liggur í lýsingini á okkara heimasíðu, sært tú hvar tørvur er á summarferiuavloysarum. Fleiri upplýsingar um Trivnaðardeplarnar, Endurvenjing og Hjálpartól finst á heimasíðu Almannaverksins www.av.fo

 

Starvstíðin

Tørvur er á summarferiuavloysarum í tíðarskeiðnum frá 1. juni til 31. august. Tað ber eisini til at søkja um avloysarastarv, hóast tú ikki er tøk/ur alt tíðarskeiðið. 

 

Førleikar

Almannaverkið leitar fyrst og fremst eftir útbúnum umsøkjarum ella umsøkjarum undir útbúgving í omanfyrinevndu fakøkjum, men onnur eru eisini vælkomin at søkja. Arbeiðsroyndir innan økið verða mettar sum ein fyrimunur.

 

Vit vænta

Dentur verður lagdur á gott samstarv og áræði. Vit ynskja tolnar og jaligar starvsfelagar, sum duga at trívast í einum umskiftandi arbeiðsdegi. Almannaverkið eggjar til gott samstarv tvørtur um fak og millum starvsfólkið annars. Vit vænta vanligar KT- førleikar av umsøkjarum.

 

Setanar – og lønarviðurskifti 

Setanarøkið er Almannaverkið. Tann, ið verður settur, má tola broytingar í starvinum, og at hetta kann verða umskipað til eisini at fevna um aðrar uppgávur. Løn sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og ávikavist Føroya Pedagogfelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Heilsurøktarafelagið, Heilsuhjálparafelag Føroya, Ergoterapeutfelagið og Fysioterapeutfelag Føroya.

 

Umsókn

Um tú ynskir at søkja starv sum summarferiuaavloysari, les meira um hvussu tú kanst søkja við at trýsta her.

 

Umsókn

Útfyll oyðublaðið “Umsókn um summarstarv” og send umsóknarblaðið saman við avritum av prógvum, c.v, viðmælum v.m. til starv@av.fo ella til Almannaverkið, Staravegur 18, Postsmoga 3096, 110 Tórshavn. Viðmerkjast skal “Umsókn summarstarv”.

 

Freist

Umsóknir skulu vera Almannaverkinum í hendi í seinasta lagi 04.05.2018 kl. 12.00.

 

Fleiri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til HR og stjóraskrivstovuna tlf. 360000, sum kann svara tínum spurningum ella beina teg víðari til rætta viðkomandi.

 

Facebook viðmerkingar