
Løgtingið viðgjørdi í dag í 8 tímar og 20 minuttur uppskotið um løgtingslóg um Suðuroyartunnilin við tilhoyrandi tunnilskervum og vegakervum. Tá drúgva orðaskiftið endaði varð fyrst atkvøtt fyri broytingaruppskotið frá Sambandsflokkinum, sum fall. Síðani varð atkvøtt fyri broytingaruppskotinum hjá meirilutanum í Fíggjarnevndini, sum varð samtykt.
Aftaná tað varð endaliga uppskotið so samtykt við 2. viðgerð við 28 atkvøðum fyri og 4 atkvøðum ímóti.
3. viðgerð verður mánadagin 19. mai.
Facebook viðmerkingar