Nú er vónin birt

Tað er gleðiligt at Løgtingið stendur saman um at fara undir at fyrireika, projektera og bjóða út, Suðuroyartunnilin.

Tá ið tað snýr seg um eina so stóra ætlan, eru sjálvsagt spurningar og ivamál at fáa greiðu á. Tá er umráðandi at hava eitt konstruktivt samskifti, so at vit í felag kunnu semjast um góðar loysnir. Og tað vil eg takka øllum flokkunum fyri.

Ein serlig tøkk til Løgmann, politiska fylgisbólkin og fíggjarnevndina, sum hava gjørt eitt stórt arbeiði.

Tjóðveldi hevur heilt frá flokkurin varð stovnaður arbeitt miðvíst fyri at samanbinda og menna alt landið. Samferðsluútbyggingar eru altavgerandi fyri framburði, trivnaði og javnbjóðis livikorum fyri fólkið í landinum.

Vit gleðast um hetta týðandi fet á leiðini, sum birtir vónina um, at Løgtingið fær eitt gott projekt at taka støðu til tá alt fyrireikingararbeiðið er gjørt um einar 18 mánaðir ella so.

Sirið Stenberg

Facebook viðmerkingar