
Kost-nytta bleiv knappliga eitt av gandaorðunum í samband við Suðuroyartunnilin – og ja, hetta er eitt íkast til samlaða kjakið – men skal tað verða stýrandi fyri hvussu almennar íløgur verða gjørdar í Føroyum?
Um so hevði verið, so er spurningurin hvussu nógvar íløgur høvdu verið gjørdar kring landið, um kost-nytta var einasta atlitið fyri politiskar raðfestingar?
Um ein kost-nyttu greining skal verða partur av kjakinum um Suðuroyartunnilin, so er tað eisini spurningurin er, um kjakið og kost-nyttu greiningin ikki eisini átti at fevnt um kostnaðin av at niðurlaga og avtofta eina heila oyggj?
Hvør er kostnaðurin av at allar gjørdar íløgur í Suðuroynni verða nyttuleysar? Íløgur í 2.500 hús í Suðuroynni, íløgur í virksibygningar, sjúkrahús, skúlar, dagstovnar, ítróttaranlegg, ein røð av øðrum lands- og kommunalum bygningum, í vinnu- og havnaøkir, eini 200 km av lands- og kommunalum vegi, útstykkingar og dyrkað jørð og so framvegis.
Íløgur, sum í dagsins virði, fara væl upp um 10 milliardir kr., sum eru mistar, við einari niðurlaging og avtofting av Suðuroynni.
Kanska hetta eisini eigur innivist í einari kost-nyttu greining, sum í løtuni bara hevur fokus á, siglandi farleið um Suðuroyarfjørð mótvegis einum Suðuroyartunli.
Dennis Holm
Facebook viðmerkingar