Leygardagurin á Dansibandsfestivalinum

LEYGARDAGIN 3. MAI 2025
Kl. 10.00 Gongutúrur í Vági við frásøgufólki. Ókeypis tiltak. Áhugaði møta við Tríkantin á Sandinum.

Kl. 13.00 Dansibandsgudstænasta í Vágs Høll, Annika Magnussen Gaard, prestur, prædikar. Gutta fra Scandinavia framføra undir gudstænastuni.

Kl. 14.30 Linedansur í Vágs Høll við Birgir og Hervør Samuelsen.

Kl. 19.30 Grillkvøld í Vágs Høll. Á matarskránni er grillaður grísur við tilhoyri við Ørvaroddar Grilla. Sum vant verður eisini góður felagssangur, hugni og harmonikutónleikur afturvið. Borðstjóri verður Magnus Magnussen og Hentzar, Erolf og Terji spæla undir felagssanginum. Er íroknað vikuskiftispassinum til Dansibandsfestivalin.

Kl. 23.00 Almennur dansur. Dansibands-orkestur spæla til dans í Vágs Høll. Til dansin spæla Bris (NO) og Gutta fra Scandinavia (NO). Kostnaður fyri dansin 350 kr. Er íroknað vikuskiftispassum til Dansibandfestivalin.

Kl. 03.00 Dansurin endar.

Facebook viðmerkingar