
Tað hevur stóran týdning, at KVF varpar ljós á eitt so stórt mál sum Suðuroyartunnilin – tað eri eg glaður fyri og stuðli fult og heilt. Men málið hevur eina sera sjónliga slagsíðu – og tað eigur KVF at rætta upp uppá.
Kanska sleppa búskaparfólkini á Løgmansskrivstovuni, sum hava sitið við fíggingarleistinum fyri Suðuroyartunnilin til orðanna í KVF at greiða frá – nú Landsbankastjórin aftur er í KVF um hetta.
“Smyril er nógv bíligari enn Suðuroyartunnilin, eisini um vit byggja tveir nýggjar Smyrlar”, sigur Landsbankastjórin.
Fíggingarleisturin sigur nakað annað: Suðuroyartunnilin er bíligari enn at halda áfram við Smyrli. Kanska fólkini á Løgmansskrivstovuni sleppa at greiða frá hví so er?
“Tað fer at ganga útyvir vælferðina í Føroyum, um vit fara undir Suðuroyartunnilin”, sigur Landsbankastjórin.
Sambært fíggingarleistinum er ætlanin at tað skulu fara 100 mió. kr. av íløgu-karminum á Fíggjarlógini til Suðuroyartunnilin tey komandi 10 árini. Íløgu-karmurin er í ár 650 mió. kr., so har eru 550 mió. kr., sum kunnu brúkast til allar aðrar íløgur – Kampus, bústovnar til Almannaverkið, Sjúkrahúsverkið, talgilding av Føroyum, skip til SSL os.fr.
Hvussu oyðileggur Suðuroyartunnilin vælferðina í Føroyum?
“Eysturoyar- og Sandoyartunlar kunnu ikki samanberast við Suðuroyartunnilin, har hevur Landið goldið 400 mió. kr.”, sigur Landsbankastjórin.
Sambært fíggjarlógum landsins og landsroknskapinum, hevur Landið goldið 761 mió. kr. til Eysturoyar- og Sandoyartunlar seinastu 10-11 árini (lítlar upphæddir í 2014 og 2015).
Ætlanin er at Landið fer at brúka 100 mió. kr. um árið á fíggjarlógini í 10 ár. Og eftir tað verður raksturin av siglandi Suðuroyarleiðini brúktur til Suðuroyartunnilin. Út frá fíggingarleistinum, so verður tað tá ein sparing á fíggjarlógini at fara frá Smyrli til Suðuroyartunnilin.
Hetta eru alt almennir upplýsingar, sum eru tøkir í málinum um Suðuroyartunnilin og tøkir í fíggjarlógum og landsroknskapinum. Ein og hvør við áhuga kann lesa seg til hetta.
Tað er gott at hava eitt kritiskt eyga til so stórar verkætlanir sum Suðuroyartunnilin – og gott at fyrihalda seg kritiskt til tað, sum verður sagt annars, eisini av Landsbankastjóranum.
Dennis Holm
Løgtingslimur fyri Tjóðveldi
Facebook viðmerkingar