Astri Luihn á Mentunarnáttini á Tvøroyri

Gleð teg til eina spennandi sýning við listakvinnuni Astri Luihn í hølunum hjá Varðanum Pelagic, á Hhavnarlagnum. Til sýningina eru nýggj verk, ið verða til sølu. Astri fegnast um lívið, og at hon í meira enn 50 ár hevur livað í Føroyum.

Um listakvinnuna

Astri Luihn er fødd í Oslo í 1949, har hon eisini er uppvaksin. Fyrst í 1970unum flutti hon saman við manni sínum til Føroya.

Astri er málari og grafikari, og arbeiðir bæði figurativt og abstrakt. Hon hevur tónlistarliga og fólkalívsfrøðiliga bakgrund. Eitt av eyðkennunum við listini hjá Astri er tað sansaliga og einfalda, og tónlistin og stórsligna føroyska náttúran er ein varandi íblástrarkelda hjá listakvinnuni.

Verk eftir Astri eru at síggja í bæði almennum og privatum søvnum í Norðurlondum, Evropa og Japan, umframt at hon hevur verið við í ymiskum sýningum í Føroyum, Danmark, Noregi, Týsklandi,Wien,USA og Japan. Harafturat hevur hon myndprýtt Skúlan á Argjahamri, Tórshavnar Musikkskúla og Skúlan við Streymin.

Astri Luihn verður til staðar tá framsýningin letur upp.

Facebook viðmerkingar