Starlight á jóansøku

Sunnukvøldið á jóansøku verður eisini minniligt á tónleikapallinum, tí vit fáa vitjan av nøkrum knáum gomlum sunnanmonnum.

”Knáir gamlir menn” nevna teir í hvussu er tað eina av nýggju løgunum, ið teir fyri stuttum hava givið út. Og sigast má, at skal dømast út frá tónleikinum, so er sanniliga talan um knáar menn – hatta við aldrinum lata vit fara.

Tað er sjálvandi bólkurin Starlight, ið talan er um. Bólkurin, ið annars gjørdi um seg í sjeyti- og áttatiárunum, hevur fingið eina veruliga endurreisn seinastu 2-3 árini og hava m.a. spælt á Ljósfestini í Vági.

Nøkur ár eru liðin, síðan teir í 1981 vunnu heitið ársins tónleikabólkur, men enn er plúmm í jassunum og vit gleða okkum til at hoyra teir á jóansøku, á stóra pallinum í miðbýnum. Her ber til at hoyra seinasta lagið hjá teimum, ”Rótasúpan». https://www.youtube.com/watch?v=D-a66SE-JZ8

Starlight eru: Jóhan Martin Jacobsen, gittar Kári Lisberg, bass Sámal Samuelsen, trummir Fimmboði Lisberg, gittar og sang Jákup Hansen, sang.

Facebook viðmerkingar