
Fernisering: Søgulig myndaframsýning um upprunan av SALT.
Vit fegnast um at kunna vísa fram eina serliga myndarøð frá 1938, tá saltsiloin varð bygd. Myndarøðin er ein søguligur dýrgripur, sum gevur okkum vitan um hvussu húsið varð bygt og hvussu vakur arkitekturur kann vera.
Tvøroyrar Hornorkestur spælur aftaná at Smyril hevur lagt at og okkurt gott verður undir góman!Kom við á eina ferð aftur í tíðina – sí smáar detaljur og stórar arbeiðshendur í verki!
Ókeypis atgongd!
Facebook viðmerkingar