
Í dag 4. august 2025 verður Betta Eið í Hvalba 103 ára gomul.
Betta er elsti føroyingur í dag og býr hon á Sambýlinum í Hvalba.
Betta er hóast høga aldurin púra klár, hon sær og hoyrir ikki so væl, men fylgir væl við øllum sum hendir í bygdini.
Í dag hava nógv fólk verið á gátt hjá Bettu.
Myndirnar tók Rúni Thomsen.
Facebook viðmerkingar