
Nú nærkast til Ljósfest 2025, sum verður í døgunum 15. til 17. august.
Skráin er rúgvusmikil, og sera nógvur tónleikur er á skránni.
Fríggjakvøldið spæla Karl Martin Samuelsen og Mikkjal Hvannastein í tjaldinum, og teimum á baki koma Jákubina Ellingsgaard við bólki og síðani Ragnar í Vík.
Seinni á kvøldi spæla Gerhard og Áki á Jugga.
Leygardagin er sýning av filminum um tónleikaran Róin Siggertsson í Miðlatúni, og prát verður eisini við Róin, ið har eisini syngur nøkur løg.
Klokkan 15 er barnaundirhald á pallinum, har Bubu undirheldur, og Oddi vitjar við ballónum.
Klokkan 19 byrjar heilt stóra tónleikabrakið á pallinum, har Gissur Patursson er plátuvendari og Bjørn Hentze Bech er frásøgumaður og pallstjóri.
Hesi fara á pall:
Lív og Tróndur við bólki, Signar í Homrum við bólki, Janus Wiberg Mortensen við bólki, Section, Marius Ziska, Hvarv og síðani enda Danny & the Weetos kvøldið.
Øll skráin sæst her.
Facebook viðmerkingar