Fráferðartíðirnar hjá Galaxy verða framskundaðar

Strandferðslan sigur nú at fráferðartíðirnar hjá leið 7, sum er M/F Galaxy, vera framskundaðar ein tíma.

Tvs. at fyrsta fráferð úr Suðuroy verður kl. 6:00 allar gerandisdagar ímeðan fráferðartíðirnar fyri vikuskiftini eru óbroyttar.

Fráferðartíðirnar í bíleggingarskipanini verða rættaðar frá hósdegnum 14. august.

Ferðaætlanin tekur við tá M/F Galaxy fer í sigling leygardagin 23. august.

Facebook viðmerkingar