Hvørt stig á kósini eitt kærkomið ljóspunkt

Hvørt stig á kósini at taka fulla ábyrgd av okkara landi er eitt kærkomið ljóspunkt. Eitt neyðugt og mennandi stig. Og hvat er meira sjálvsagt enn, at føroyingar, umgyrdir av sjógvi og so at siga við sjógvi í æðrunum, sjálvir hava ábyrgd av øllum tí, sum hoyrir sjónum til.

Tað er hugaligt, at Løgtingið stendur saman um hesa neyðugu yvirtøku og eisini í álitinum fegnast um málið og sær stóra týdningin, málið hevur fyri Føroyar.

Yvirtøkan av sjórættinum er seinasti liður í arbeiðinum hjá landsstýrinum at yvirtaka alt tað, sum hoyrir sjóvinnuni til. Nú er fult lóggávuvald, útinnandi valdið og fíggjarliga ábyrgdin á føroyskum hondum.

Røða hjá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, á hátiðarhaldi í samband við yvirtøku av sjórættinum: https://www.uvmr.fo/fo/kunning/tidindi/roeda-a-hatidarhaldi-i-sambandi-vid-yvirtoeku-av-sjoraettinum

Facebook viðmerkingar