Onnur útgávan av Magnus Heinason Whisky tøk frá fríggjadegnum 15. august

Fríggjadagin 15. august verður onnur útgávan av Magnus Heinason Whisky alment tøk. Talan er um eina avmarkaða útgávu, ið bert verður at fáa í størstu Rúsdrekkasølunum kring landið.

Onnur útgávan er ein Single Cask, sum hevur ligið á einum Sherry Oloroso-fati, og hevur whiskyin longu fingið sera góð skoðsmál frá whiskyserfrøðingum í bæði Føroyum og Danmark.Whiskyin verður bert til keyps í størstu Rúsdrekkasølunum: í Havn, Klaksvík, Saltangará og Trongisvági. Hetta kemst av, at meginparturin longu er seldur til útlond, og tí eru bert fáar fløskur eftir til heimamarknaðin.

Vegna stóran eftirspurning uttanlands er meginparturin av fløskunum longu seldur til útlendskar keyparar. Bert ein avmarkað nøgd verður tí tøk í Føroyum, og verður hon einans at fáa í Rúsdrekkasølunum í Havn, Klaksvík, Saltangará og Trongisvági.

Í Havn og  í Trongisvági verður eisini møguleiki hjá vitjandi at smakka gyltu droparnar millum klokkan 12 og 14.

Facebook viðmerkingar