
Á aðalfundi hjá VB fyrr í ár valdu so gott sum øll nevndin ikki at stilla upp aftur.
Bogi Mortensen, ið hevur verið formaður í nógv ár, hevur takkað fyri seg, og tað sama við kassameistaranum John Henrik Holm.
Eftir eykaaðalfundin í gjár, bleiv tað avgjørt at manna nýggju nevndina soleiðis:
Formaður: Tóki Krosslá Mortensen
Næstforkvinna: Vár Naomi Dimon
Kassameistari: Svanna Olsen
Skrivari: Rebekka Kærbech
Nevndarlimur: Jón Bjarnason
Eyka limur: Barbara Krosslá Hjelm
Eyka limur: Camilla Eið
Facebook viðmerkingar