Suðuroyarliðini í Betrideildini á útivølli

Eftir grannauppgerðina við Stórá farna sunnudag spæla bæði TB og FC Suðuroy á útivølli í 19. umfari, sum er á skrá í vikuskiftinum.

TB skal leygardagin til Eiðis, har EB/Streymur tekur ímóti. Dysturin byrjar kl. 17.15.

FC Suðuroy skal sunnudagin á Svangaskarð á Toftum, har B68 tekur ímóti. Dysturin byrjar kl. 16.00.

Facebook viðmerkingar