
Mánadagin byrjaði heystskeiðið á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy.
48 næmingar byrjaðu á heystskeiðinum, 24 dreingir og 24 gentur.
Heystskeiðið er í 15 vikur og fevnir eisini um eina spennandi viku í Spania.
Áhugin fyri Ítróttaháskúlanum er sera stórur. Heystskeiðið er sum nevnt fullteknað og tað standa umleið 100 á bíðilista til hetta skeiðið, so í veruleikanum kundi skúlin verði tvífalda stødd. Várskeiðið 2026 er eisini fullteknað.
Facebook viðmerkingar