Skaldið Niels Petur Nolsøe, sum er kendur sum yrkjarin NePtuN, hevur givið út nýtt yrkingarsavn við heitinum “Um heimlig tún”. Í hesum sambandi verður skipað fyri kvøldsetu í Stóra Pakkhúsi tórskvøldið 21. juni frá kl. 19.00 til kl. 20.45.
Nýggja yrkingarsavnið “Um heimlig tún” og yrkingarsavnið “Smátúgvur” frá 2004 vera til keyps, og møguleiki er eisini at fáa tey signeraði.
Hans í Líðini, Arnfinnur Thomassen og Hans Jacob Hjelm luttaka.
Tilmelding á Visit Suðuroy frá 19. – 21. Juni, Kl.12:00. Kostnaður 50 kr.
Kl. 21.00 verður farið úr Stóra Pakkhúsi vestur á Tríkantin á Sandinum, har Jóansøkubál er og Bjartur Nolsøe flytur fram røðu. Felagssangur er eisini á skránni. Og bjóðað verður eisini kakao og bollar.
Facebook viðmerkingar