Guðmundur Joensen setur Jóansøkuna fríggjakvøldið

Í dag, fríggjadagin 22. juni kl. 19, verður Jóansøkan 2018 sett – og verður tað Guðmundur Joensen, leiðari av Ítróttaháskúlanum í Suðuroy, sum fer at seta Jóansøkuna.

Sum vant verður skrúðgonga í samband við setanina og byrjar skrúðgongan við Gamla Skúla kl. 18.45 – og verður so gingið út gjøgnum býin, út á Minnisvarðaøkið, har Guðmundur Joensen flytir fram røðu og setir Jóansøkuna.

Tvøroyrar hornorkestur spælir eisini í samband við setanina.

Facebook viðmerkingar