Mentanarnáttin 2018: Barnatiltøk

Eisini til børnini eru nógv ymisk tiltøk á Mentunarnáttini 2018 á Tvøroyri

Verkstova: Veggjalist í barnahædd.

Spennandi verkætlanin Litbrá, ið eisini stendur fyri listagonguni kl 16:00, bjóðar nú yngra ættarliðnum at royna seg sum listarfólk.

Verkstovan heldur til í “Gamla Skúlagarði” í Tvøroyrar Skúla og verður frá kl 13:00 – 15:00. Í lýsingini fyri tiltak siga fólkini handan Litbrá, at “Vit fara at tosa um máling, arbeiðshátt, motiv og list í lmennum støðum. Eisini fara vit í felag at mála ein vegg 🙂  Máling kann koma á skógvar og klæði, so minnist til at klæða børnini/tykkum sjálvi í rokaklæði.Vit hava máling og penslar til luttakararnir.”

Tiltakið er ókeypis og er ætlað málbólkinum 8 – 14 ár.

 

Verkstova fyri børn, í Posta.

Leita børnini sær til hølini hjá Posta (inngongd í erva), so verður forvitnislig verkstova, við nógvum ymiskum á skránni: Fyriskipararnir bjóða andlitsmáling, har tey fara at mála ymiskt so sum Spiderman og firvaldar.

Søla verður av heimagjørdum sleikisneisum í ymiskum smakki og neglasalong verður eisini, har til ber at prýða neglirnar í ymiskum litum og við glimmuri. Fyri at stimbra sansarnir hjá børnunum, verða sansakør sett upp, har børnini sleppa at ganga í teimum og eisini verður krukkumáling á skránni. Kl. 17:00 fer Guðrun Sólja Jacobsen at framføra barnaløg.

Tiltakið er ókeypis og er frá 15:00 – 19:00

 

Skúmbað og spuling á havnarlagnum

Á havnarlagnum, nærindis Faroe Ship, fer Tvøroyrar Sløkkilið at hugna um børnini. Til ber m.a. at sleppa at spula við brandslangunum hjá sløkkiliðnum. Ein pláta verður sett upp og børnini skulu raka ávíst stað á plátini. Aldursmarkið her, er 7-12 ár.

Skúmbað verður eisini fyri tey smærru børnini og viðmælt verður foreldrunum at lata børnini í hóskandi klæðir. Aldursmarkið her er 2-7 ár.

Tiltakið er ókeypis og verður frá kl. 16:30

 

Bamsuskaðastova á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Á Sjúkrahúsinum bjóða tey børnunum vælkomin inn á skaðastovuna. Lækni og sjúkrarøktarfrøðingar standa klár at taka ímóti ússaligum og skaddum bamsum og fara at kanna og viðgera tær. Starvsfólkið greiðir frá hvussu viðgerðin fer fram – eitt sera mennandi tiltak fyri børnini.

Tiltakið er ókeypis og verður frá kl. 16:00 – 18:00

Søgur úr Gestastovuni

 

Leita børnini sær oman á havnarlagið, til gomlu Gestastovuna, fer Jens Arni Hammerfoss Leo at fortelja nakrar søgur. Hugnaliga og søguríka Gestastovan er hóskandi karmur um tiltakið og børn og foreldur kenna rákan av farnum tíðum.

Tiltakið er ókeypis og byrjar kl. 17:30.

 

Annað fyri børn

Ludvík, Maria og dansararnir framføra uml. Kl. 17 uttanfyri, ella í tjaldinum(alt eftir veðrinum) og á økinum hjá Varðanum Pelagic.

Á økinum hjá Varðanum Pelagic fæst Sunkist og okkurt afturvið og til ber eisini at royna súkklubátarnir í hylinum undir skrivstovubygninginum.

Facebook viðmerkingar