Eisini list verður nógv av á Mentanarnáttini.
Gallarí Oyggin – ein listarlig oasa.
Á Sjógøtu 184 sýna Palle Julsgart og Pól Skarðenni fram listarverk síni. Palle sýnir fram málningar og høggmyndir av ymsum slag og Pól sýnir fram málningar. Gallarí Oyggin hevur verið ein partur av býarmyndini av Tvøroyri í mong ár, og er eina vitjan vert í sær sjálvum. Vitjið eisini hugnaliga havan, har mong listarverk standa og “Orangeríið”, ið er eitt vakstrarhús, har Palle hevur fingið eitt nú appilsin- og banantrø at veksa. Framsýningin er opin frá 12:00 – 24:00
Lesið meira um Gallaríð og Palla Julsgart her: https://oyggin.wordpress.com/
Lesið meira um Pól Skarðenni her: http://skardenni.dk/index.php/fo/
Listaframsýning í erva á Toystovuni
Í erva á Toystovuni, Sjógøta 1, verða ein sonn rúgva av listarfólkum savnaði. List teirra er sera fjølbroytt og forkunnug. Tey, ið sýna fram, eru: Janus á Húsagarði, Janus Dam Guttesen, Lív í Baianstovu, Brynhild (Bibi) Sigmundsdóttir, Vígdis Sigmundsdóttir, Vígdis Petersen Høgagarð, Bjørg Jacobsen, Mariann Johansen og Martin Øster. Listin hjá teimum luttakandi er sera fjølbroytt og koma vit at síggja bæði málningar og pappírsklipp. Onkur av listarfólkunum hava heimasíðu, ið vit leinkja til her. Annars sýna flest øll okkurt fram á Facebook-vangum teirra.
Vígdis Sigmundsdóttir: http://sigmundsdottir.dk/index.php/en-au/
Vígdis Petersen Høgagarð: http://www.mynd.fo/vigdis-petersen.html
Hav – framsýning um Blue Fashion Challenge
Sera forkunnuga framsýningin HAV, verður eisini at síggja á mentanarnáttini. Her ber til at síggja tað, ið norðurlendsku sniðgevarnir avrikaðu, tá teir tilevnaðu klæðir burturúr kópaskinni, skræðu og taratekstili. Sissal Kristiansdóttir, ið luttók og verður hon eisini til staðar á framsýningini við sínari pop-up handli fyri egna merki hennara, Shisa Brand. Framsýningin heldur til í skrivstovubygninginum hjá NJM, miðskeiðis millum Toystovuna og Bónus. Framsýningin er opin frá 15:00 – 22:00.
Lesið meir um HAV her http://portal.fo/hav+framsyning+um+blue+fashion+challenge+a+torradogunum.htmlog her http://portal.fo/hav+framsyning+um+blue+fashion+challenge+a+torradogunum.html
Um Sissal Kristiansdóttir og SHISA Brand her https://www.shisabrand.com/new-page-3/ og her https://www.facebook.com/ShisaBrand/
Facebook viðmerkingar