HB vann ein greiðan 4-0 sigur á Suðringum sunnudagin. Og við tað at 07 Vestur vann og AB fekk javnleik, so er tað vorðið væl javnari í botninum á Betrideildini enn fyrr.
Glenn Ståhl, venjari hjá Suðringum, sigur við in.fo, at tað var ikki nógv, sum riggaði hjá Suðringum sunnudagin – og at eitt sera gott HB lið vann uppborið.
Samstundis sum Suðringar taptu, vann 07 Vestur ímóti Víkingi, og AB fekk javnleik ímóti B36. Munurin á liðnum í botninum á Betrideildini minkaði av somu orsøk. Niðast er AB við 9 stigum, 07 Vestur hevur 10 stig, meðan Suðringar hava 15 stig. Omanfyri Suðringar eru Skála og EB/Streymur, sum hava 18 stig.
Tórskvøldið hava Suðringar aftur truplan dyst á skrá, tá teir skulu til Gøtu at spæla ímóti Víkingi.
Nr. | Lið | D | V | J | T | Mál | S |
---|---|---|---|---|---|---|---|
1. | HB | 20 | 17 | 1 | 2 | 42-14 (+28) | 52 |
2. | KÍ | 20 | 14 | 2 | 4 | 37-14 (+23) | 44 |
3. | NSÍ | 18 | 11 | 3 | 4 | 40-15 (+25) | 36 |
4. | Víkingur | 19 | 11 | 2 | 6 | 32-23 (+9) | 35 |
5. | B36 | 19 | 10 | 4 | 5 | 38-25 (+13) | 34 |
6. | EB/Streymur | 19 | 4 | 6 | 9 | 20-31 (-11) | 18 |
7. | SKÁLA | 18 | 5 | 3 | 10 | 16-27 (-11) | 18 |
8. | SUÐRINGAR | 19 | 4 | 3 | 12 | 17-33 (-16) | 15 |
9. | 07 Vestur | 19 | 3 | 1 | 15 | 19-47 (-28) | 10 |
10. | AB | 19 | 2 | 3 | 14 | 9-41 (-32) | 9 |
Facebook viðmerkingar