John og Elnar vunnu fyrsta sjavsumfar eftir summarfrítíðina

Tórskvøldið var fyrsta sjavsumfar eftir summarfrítíðina í VB-húsinum – og hetta fyrsta umfarið eftir summarfrítíðina vunnu John Bech og Elnar Holm.

Úrslitið av kappingini var hetta.

Nr. 1. John Bech og Elnar Holm, 4 stig hvør

Nr. 2. Hans Jacob Bech og John Jacobsen, 3 stig hvør

Nr. 3. Petur Muller og Ingibjørg Roalsdóttir, 2 stig hvør

Nr. 4. Torgerð í Lágabø og Páll Lervig, 1 stig hvør

 

Næsta umfar ónskvøldið

Næsta umfar í sjavskappingini verður framskundað til ónskvøldið kl. 18.30 (orsaka av fyrireiking til brúdleyp í VB-húsinum).

 

Facebook viðmerkingar