A-landsliðið hjá monnum sleppur ikki at spæla sína heimadystir í Føroyum í hesum umfarinum.
Hondbóltssamband Føroya hevur fingið skriv frá evropeiska hondbóltssambandinum EHF, har víst verður á, at Marghøllin í Vági verður heldur ikki góðkend til landsdystirnar, sum skulu spælast í hesari undankappingini.
HSF søkti um undantaksloyvi at brúka Høllina á Hálsi, Badmintonhøllina í Klaksvík og Marghøllina í Vági. Fyrst komu boð frá EHF um, at Høllin á Hálsi og Badmintonhøllin í Klaksvík fingu ikki undantaksloyvi. EHF vildi kortini vita meira um Marghøllina.
Nú hevur EHF endaliga staðfest, at Vágur kann heldur ikki verða karmur um manslandsdystirnar. Orsøkin er millum annað, at tíðin er ov knøpp til fyrsta heimadystin í oktober, og EHF ivast í, um Marghøllini verður klár til ta tíð. Eisini verður víst á, at hotelviðurskiftini eru ikki nøktandi, samstundis sum tað er ov langt frá flogvøllinum til Vágs.
Hondbóltssamband Føroya hevur tikið avgerð um, at heimadystirnir hjá Føroyum verða spældir í Danmark. Fleiri føroyingar búgva í Danmark, og rutunetið millum Føroyum og Danmark er gott, so vónandi verða nógvir áskoðarar hóast alt.
Fyrsti heimadysturin er ímóti Danmark, og hann verður spældur í Skjern Bank Arena leygardagin 27. oktober klokkan 16.10. Skjern liggur hálvan tíma frá Billund.
Í samband við landsdystin hevur Atlantsflog sett eyka flogfar inn, sum fer úr Føroyum dagin fyri dystin, fríggjadagin 26. oktober. Vanliga flýgur Atlantsflog til og úr Billund hósdag og sunnudag.
Atgongumerki til dystin verða til sølu seinni í vikuni.
Kelda: hsf.fo
Facebook viðmerkingar