Rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost var 676 milliónir krónur fyri fyrra hálvár í 2018 í mun til 795 milliónir krónur sama tíðarskeið í fjør. Tøkan av laksi annan ársfjórðing var 12.902 tons, sum er minni enn sama ársfjórðing í fjør, tá ið tøkan var 18.402 tons.
Í viðmerking sigur Regin Jacobsen, stjóri:
„Samanumtikið hevur prísurin á laksi verið góður í øðrum ársfjórðingi í ár, og hóast prísgongdin var fallandi í ársfjórðinginum, var rakstrarúrslitið hjá Bakkafrost í øðrum ársfjórðingi gott. Bakkafrost hevur seinastu árini gjørt stórar íløgur fyri at menna felagið, og nú verður nýggj íløguætlan fyri tíðarskeiðið frá 2018 til 2022 løgd fram. Í hesum tíðarskeiði væntar Bakkafrost at gera íløgur fyri áleið 3 milliardir krónur. Alivinnan hevur ment seg ómetaliga nógv, síðan hon byrjaði í Føroyum. Vit síggja stórar menningarmøguleikar fyri framman, og fyri at hesir møguleikar skulu verða til veruleika, mugu stórar íløgur gerast.“
Alideildin hevði eitt rakstrarúrslit á 393 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing 2018 samanborið við 489 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing í fjør. Alideildin tók 5,5 túsund tons minni av laksi í øðrum ársfjórðingi í ár enn í øðrum ársfjórðingi í fjør. Liðugvøruframleiðslan gav eitt rakstrarhall á 17 milliónir krónur fyri annan ársfjórðing 2018 í mun til eitt rakstrarhall á 54 milliónir krónur sama ársfjórðing í fjør. Rakstrarúrslitið, EBITDA, av framleiðsluni av fiskamjøli, lýsi og fóðri á Havsbrún í øðrum ársfjórðingi 2018 var 66 milliónir krónur samanborið við 48 milliónir krónur annan ársfjórðing í fjør.
Í øðrum ársfjórðingi 2018 læt Bakkafrost fulltíðar starvsfólkum frá 2017, sum enn eru í starvi í felagnum, bonus partabrøv svarandi til 2% av lønini í 2017. Samlað læt Bakkafrost starvsfólkunum 14,2 túsund partabrøv, sum svaraði til eitt virði á 5,2 milliónir krónur.
Nettoskuldin hjá Bakkafrost var 443 milliónir krónur við endan av øðrum ársfjórðingi 2018 í mun til 258 milliónir krónur við ársenda 2017. Bakkafrost hevði 1.039 milliónir krónur í ótroyttum kredittum við endan av øðrum ársfjórðingi 2018, og solvensurin var 68%.
ÚTLIT
Marknaðurin
Sambært Kontali Analyse eru seinastu metingarnar, at altjóða útboðið av laksi øktist umleið 8% í øðrum ársfjórðingi 2018 í mun til annan ársfjórðing 2017. Vøksturin kemur frá Norra og Kili, sum hava økt tøkuforsagnirnar fyri 2018 síðan fyrsta ársfjórðing 2018. Samlaða tøkan av laksi í 2018 fer at økjast við áleið 6-8%.
Íløgur
Bakkafrost hevur síðan 2013, tá ið fyrsta fimm ára íløguætlanin varð løgd fram, gjørt íløgur í alla virðisketuna fyri at brynja seg til framtíðina. Seinasta dagføringin av íløguætlanini var í juni 2016, tá ið íløgur fyri tíðarskeiðið frá 2016 til 2020 vórðu kunngjørdar. Samlaðu íløgurnar vóru 2,2 milliardir, íroknað viðlíkahaldsíløgur.
Bakkafrost hevur dagført íløguætlanina og fegnast um at kunna kunngera íløguætlanina fyri tíðarskeiðið frá 2018 til 2022. Nýggja íløguætlanin byggir á somu strategi, sum varð løgd fram í íløguætlanini frá juni 2016, men hevur eisini nýggj strategisk átøk.
Ætlaða íløguætlanin fyri tíðarskeiðið 2018 til 2022 er áljóðandi 3 milliardir krónur yvir 5 ár. Endamálið við íløguætlanini er framhaldandi at lækka lívfrøðiliga váðan, økja um smidleikan og skapa burðardyggan vøkstur.
Næstu fimm árini fer Bakkafrost at nýta áleið 425 milliónir krónur til virksemið á Havsbrún at økja orkuførið á fóðurframleiðsluni. Íløgur verða eisini gjørdar at økja um orkuførið á lýsiframleiðsluni, sum skal stuðla undir einum høgum marinum innihaldi í fóðrinum.
Bakkafrost hevur tikið ábyrgd av føroysku lívfiskaverkætlanini og fær ílegurættindini í 2021. Í nýggju íløguætlanini væntar Bakkafrost at gera íløgur í eina nýggja lívfiskastøð fyri áleið 200 milliónir krónur.
Íløgurnar í sjógvaling næstu fimm árini verða áleið 1,3 milliardir krónur. Íløgur í nýggj aliøki í Suðuroy fara, saman við strategiini at ala stór smolt, at økja um orkuførið við 10 túsund tonsum. Aliøkið A-17/18 Hovsfjørður er farið undir virksemi, og A-23 Hvalbiarfjørður fer væntandi undir virksemi fyrra hálvár 2019. Íløgur fara eisini at verða gjørdar til flutning av fiski og útvaldar menningarverkætlanir, sum skulu skapa vøkstur aftan á verandi tíðarskeið.
Virkni luturin hjá Bakkafrost innan burðardygd sæst eisini í nýggju íløguætlanini. Bakkafrost hevur – sum partur av „Sunt Lív 2020“ ætlanini hjá felagnum – avgjørt at byggja eitt biogass verk.
Bakkafrost heldur fram við verandi smoltverkætlanum og fer at sjóseta nýggjar verkætlanir, sum skulu stuðla undir strategiina at ala stór smolt til nýggju aliøkini. Byggingin av einari nýggjari smoltstøð í Suðuroy til aling av stórum smolti byrjar væntandi tíðliga í 2019. Íløgurnar hjá Bakkafrost í smoltstøðir komandi fimm árini verður áleið 1 milliard krónur.
Bakkafrost hevur nýliga gjørt íløgu í eitt nýtt liðugvøruvirki á Glyvrum. Íløgur í liðugvøruframleiðsluna komandi fimm árini verða áleið 85 milliónir krónur.
Aling
Útlitini fyri alingina eru góð. Tøkumeting og útseting av smolti eru altíð tengdar at ávísari óvissu, m.a. lívfrøðiligu gongdini. Bakkafrost setir áhaldandi lívfrøðiliga váðan í miðdepilin og hevur gjørt fleiri nýggjar íløgur og mannagongdir, sum skulu minka um váðan.
Tøkumetingin hjá Bakkafrost fyri 2018 er 49.000 tons av laksi í kruvdari vekt. Hetta er 2.000 tons minni enn áður fráboðað. Lækkingin er orsakað av framskundaðari tøku á A-13 Borðoyarvík í øðrum ársfjórðingi 2018. Tøkan á A-13 Borðoyarvík bleiv framskundað fyri at tryggja lívfrøðiligu støðuna.
Útsetingin av smolti hjá Bakkafrost í 2018 verður væntandi um 13,9 milliónir smolt samanborið við 9,9 milliónir smolt í 2017 og 11,7 milliónir smolt í 2016.
Liðugvørur
Bakkafrost hevur gjørt avtalu um sølu av liðugvørum fyri umleið 12% av væntaðu tøkuni av laksi hjá felagnum fyri restina av 2018. Nøgdin av sáttmálum er lækkað í mun til undanfarin ár.
Mjøl, lýsi og fóður
Útlitini fyri framleiðsluna av fiskamjøli og lýsi eru tengd at tøku rávørunøgdini. Tilmælið hjá ICES av svartkjafti fyri 2018 er 1.388 túsund tons samanborið við 1.342 túsund tons fyri 2017. Mett verður, at útlitini fyri framleiðsluna av fiskamjøli og lýsi eru góð.
Samlaða sølan av laksafóðri verður mett til 80.000 tons í 2018.
Nýggja laksamjøl- og -lýsiframleiðslan á Havsbrún fór undir virksemi í triðja ársfjórðingi 2018. Hendan framleiðsla fer at virðisøkja slógv og avskurð frá kryvji- og góðskingarvirkinum á Glyvrum.
Fíggjarliga støðan
Útlitini fyri laksamarknaðin komandi árið og áhaldandi denturin, sum verður lagdur á, at Bakkafrost hevur eina framleiðslu við munadyggum eftirliti av kostnaðinum, eru við til at økja um fíggjarligu møguleikarnar hjá Bakkafrost. Stóra eginognin í mun til samlaðu ognirnar og nýggja avtalan um bankafígging, sum varð undirskrivað í fyrsta ársfjórðingi 2018, geva Bakkafrost fíggjarligu styrkina at fremja stóru íløgurnar, sum eru fyri framman.
Facebook viðmerkingar