Eftir javnleikin 2-2 ímóti NSÍ sunnudagin, segði Glenn Ståhl, venjari hjá Suðringum, at hann var væl nøgdur við úrslitið, men staðfesti tó, at Suðringar í fyrra hálvleiki vóru væl betri og høvdu møguleika at “lukka dystin”.
Tað var annars NSÍ, sum legði seg á odda í fyrra hálvleiki við málið sum Árni Frederiksberg gjørdi, hetta var í 15. minutti.
Bert fáar minuttir seinni hevði Búi ein risa møguleika, tá hann var einsamallur við málverjan, men bólturin fór framvið málinum.
Løtu seinni javnaðu Suðringar, tá Pape Mamadou Faye í 22. minutti skoraði uppá brotsspark.
Suðringar trýstu tað í eftir var av hálvleikinum og komu eisini fram til fleiri málmøguleikar. Tann seinasta í hálvleikinum átti Dánjal Godtfred, sum eftir góða sending frá Dennis Nielsen gerst leysur inni í brotsteiginum, og so var støðan 2-1.
Seinni hálvleikur var meiri javnur og hevði NSÍ ein part av hálvleikinum greiða yvirvág. NSÍ megnaði eisini at javna og var tað eftir innlegg frá Árna Frederiksberg, sum umvegis Dennis Nielsen endaði í Suðringa-málinum.
Myndina tók Bjartur Vest.
Samanumtøka frá dystinum kann síggjast her.
Facebook viðmerkingar