Leygardagin 20. oktober kann ein fáa ein frískligan túr í Suðuroynni, tá ið fólkini handan Hvistuna og Føroya Sunnasta 1/2marathon, skipa fyri túri.
Ætlanin við tiltakinum, er at fáa fólk at njóta seinasta partin av heystfrítíðini, við einum túri, og verður túrurin í morgin úr Akrabyrgi.
Flott og vakra økið í og kring Akraberg er sera stórsligið, og verður tað byrjað túrin kl. 12.00 frá vitanum í Akrabyrgi, har gongufólk og rennarar fara frá. Súkklarar byrja uppi á vegnum.
Teinurin í morgin er umleið 3km til 13km, tí ein kann sjálvur velja um ein steðgar í Sumba, Lopra, á Økrum ella í Vági.
Øll eru vælkomin við, til at uppliva ein part av vøkru Suðuroynni, hendan heystardagin, og tað er ókeypis.
Facebook viðmerkingar