Sang- og heystgudstænasta í Tvøroyrar kirkju

Sunnukvøldið 28. oktober kl. 18 verður ein sang- og heystgudstænasta í Tvøroyrar kirkju. Sungnir verða nakrir heystsálmar og lisnir tekstir, sum nema við tað at bera ávøkstur bæði í náttúruni og í egnum lívi.

Mansbólkurin kemur at syngja. Eisini verður innslag við harmonikutónleiki.

Eftir gudstænastuna verður boðið til ein drekkamunn.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Tá gudstænasta er um kvøldið, er eingin gudstænasta kl. 11.

 

Mynd Reidar Simonsen

Facebook viðmerkingar