Seinasta umfar í Betrideildini og í 1. deild

Fríggjadagin og leygardagin eru seinastu umfør í Betrideildini og í 1. deild. 1. deild spælir við Stórá fríggjakvøldið og Betrideildin við Stórá leygardagin.

Hjá 1. deild er ikki stórvegis at spæla um. 1. deild er flutt niður í 2. deild og er seinasti dysturin ímóti Skála. Dysturin er við Stórá fríggjakvøldið kl. 17.

Leygardagin kl. 15.30 er seinasta umfar í Betrideildini. Suðringar taka ímóti 07 Vestur, sum framvegis kann enda niðast í Betrideildini. Vinna Suðringar ímóti 07 Vestur, samstundis sum AB vinnur ímóti EB/Streymi í seinasta umfari, so endar 07 Vestur niðast. Tapur AB, so endar AB niðast.

 

Facebook viðmerkingar