Maskinførarar til tunnilslið hjá Landsverki

Landsverk sóknast eftir tveimum maskinførarum til tunnilsliðið at taka sær av tunnilsarbeiði á vegakervinum hjá stovninum. Hevur tú áhuga í at royna teg saman við evnaríkum og fyrikomandi starvsfelagum, hevur tú møguleika at søkja nú.

Uppgávur
Fyri framman stendur eitt spennandi arbeiði við at gera nýggjar tunlar, har tú fær møguleika at luttaka.  Sum partur av einum góðum tunnilstoymi fert tú harumframt at vera við í uppgávum innan skróting, boring og yvirflatuviðgerð eins og møguleikar vera at gera lættari ella fyrifallandi viðlíkahaldsuppgávur á infrakervinum, tvs. á landsvegi, havnaøki ella tyrlupallum.

Um teg

Vit vilja røkka best møguligum úrslitum, og tí vænta vit, at tú sum persónur ert arbeiðssamur, fakliga dugnaligur og vælskipaður. Tú skalt kunna arbeiða sjálvstøðugt, men skalt eisini kunna arbeiða í einum toymi, sum ein arbeiðsglaður viðleikari, ið gevur eitt jaligt íkast.

 

Vit seta trygdina í hásæti, og tí er tað avgerðandi, at tú dugir at vísa arbeiðinum ans og virðir galdandi trygdarreglur, sum eru tengdar at uppgávunum. Sum maskinførari á tunnilstoyminum er tað ein fyrimunur um tú hevur royndir og kunnleika til tunnilsarbeiði. Vit vænta, at tú er til reiðar at arbeiða uttan fyri vanliga arbeiðstíð.

 

Setanartreytir
Talan er um tímalønt fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála við avvarandi yrkisfelag.

Arbeiðsstaðurin er í løtuni í Øravík, men tú kemur at loysa uppgávur kring alt landið. Roknast má við nakað av úrtíðararbeiði og forskotnari arbeiðstíð ávís tíðarskeið.

 

Umsóknir

Prógv og lívsgongdarlýsing (cv) skulu saman við umsókn sendast umvegis heimasíðu okkara www.landsverk.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi 10. november 2018. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Boða Haraldson, rakstrarleiðara á deildini fyri Infrakervi á tlf. 290 841.

 

Fakliga og óheft røkir Landsverk tað verandi, byggir tað nýggja og fyrireikar tað komandi.   
            Vit tryggja heildarmyndina av landsins bygningum og infrakervi – nú og í framtíðini.

Facebook viðmerkingar