Trý feløg vilja gera nýggja Hvalbiartunnilin

Tá freistin fyri at lata tilfar inn til undangóðkenning at gera nýggja Hvalbiartunnilin fríggjadagin, so høvdu trý feløg søkt um góðkenning at gera Hvalbiartunnilin.

In.fo skrivar, at arbeiðið at gera nýggja Hvalbiartunnilin verður væntandi bjóðað út seinni í ár, so at farast kann undir arbeiðið næsta ár. Verkætlanin skal vera liðug í seinasta lagi í 2022.

Talan er um ein 2.450 metrar langan tunnil og landsveg frá tunnilsmunnanum hvalbiarmegin til Nesveg, sum er tætt við brúnna um Kjógvavatn. Nýggj íbinding út í Nes skal eisini gerast. Nýggjur vegur skal eisini gerast frá tunnilsmunnanum trongisvásmegin til verandi landsveg í Trongisvági. Samlaða nýggja vegalongdin er 3.480 metrar.

Fyri at verða tikin við í viðgerðini í sambandi við undangóðkenningina, skulu umsøkjarar lata inn upplýsingar um fíggjarlig viðurskifti, fakligar royndir, byggiorku og tekniska virkisleiðsluroyndir. Umsøkjararnir skulu millum annað vísa á tvær viðkomandi verkætlanir, sum fyritøkan hevur gjørt. Fyritøkurnar skulu vera skrásettar í Føroyum, hetta skrivar in.fo

Facebook viðmerkingar