Seinastu árini hevur Vágs Skúli á fleiri ymiskum økjum gingið nýggjar leiðir, og nú hevur Vágs Skúli eisini broytt tímatalvuna hjá innskúlingini, tvs. hjá 1., 2. og 3. flokki, við nógv meiri rørslu og kreativum tímum á tímatalvuni.
Undanfarin ár hevur tímatalvan hjá 1., 2. og 3. flokki í Vágs Skúla, eins og hjá øðrum skúlum kring landið, fevnt um lærugreinarnar: føroyskt, støddfrøði, kristni, heimstaðarlæra, ítrótt, tónleik og evning – og frá 3. flokki eisini danskt. Vanligt er, at ítróttur er á skránni eina ferð um vikuna, tveir tímar hvørja ferð.
Rørsla, kreativ fak og framførsla á tímatalvuna
Tá næmingar byrjaðu í Vágs Skúla eftir summarfrítíðina, var tað eisini við broyttari tímatalvu fyri innskúlingina. Hetta merkir, at skúlin umframt vanligu lærugreinarnar leggur áherðslu á at innihaldið í tímunum skal verða fjølbroytt.
Serliga er stór broyting viðvíkjandi rørslu og ítrótt, sum hjá Vágs Skúla er á tímatalvuni 3 út av 5 døgunum. Ein onnur broyting er, at ein heilur dagur er settur av til verkstaðsundirvísing, list og tónleikur. Eitt annað spennandi evnið, sum fyri fyrstu ferð er á tímatalvuni í innskúlingini er “framførsla”.
John Henrik Holm, skúlastjóri, greiður frá, at tey hava gjørt eitt tilvitað val um at uppraðfesta rørslu og ítrótt. Vit hava eisini sett í starv ítróttarlærara júst til hetta endamálið. Allar kanningar vísa, at við meiri rørslu og venjing, ikki minst motoriskari venjing, so gerast skúla-árini lættari fakliga, tí rørsla, motorikkur og innlæring ganga hond í hond, vísir skúlastjórin á.
Í mun til undanfarin ár, so hava vit eisini valt at uppraðfesta kreativu fakini. Hetta er eitt tilvitað val, tí vit er greið yvir, at hjá fleiri næmingum fella bókligu fakini kanska ikki so lætt, meðan tey meiri kreativu og handaligu fakini fella lættari, sigur John Henrik Holm. Skúlastjórin leggur afturat, at vit royna at geva øllum næmingum eitt upplivilsi av, at tað altið eru nakrir dagar, sum fella teimum lættari enn aðrir.
Skapa góðu minnini!
Vágs Skúli hevur, við stuðli frá Vágs kommunu, seinastu árini lagt dent á at “skapa góð minnir í barna- og ungdómsárunum“. Okkara aðalmál er at næmingar okkara koma úr skúlanum við rættum ryggi og høvdinum høgt sigur skúlastjórini. Kanningar vísa, at góð minnir frá barna- og ungdómsárunum hava stóran týdning fyri hvørt fólk velja at flyta aftur til heimstaðið, har tey vuksu upp, eftir lokna útbúgving. -Og skúlaárini eru so sera týdningarmikil, tí okkara børn og ungu eru í skúla í 9 – 10 ár, og eiga vit at gera alt fyri at tryggja, at hesi 9-10 árini verða merkt av at góð minnir verða skapt um barna- og ungdómsárini í Vági.
Tíðindaskriv frá Vágs kommunu
Facebook viðmerkingar