Sunnudagin tann 4. november kl 14:30 verður ein forvitnislig konsert vid Havnar Hornorkestri og Tvøroyrar Hornorkestri í SALT.
Havnar Hornorkestur hevur ikki spælt í suðuroynni síðan ta tiltiknu og navnframu stuðulskonsertina í saltsiloini, sum var tann 15 mai fyri átta árum síðani. Ein oyrahangari frá júst hesari konsertini var Potpourri Tvøroyri vid Havnar Hornorkestri, sum nærmast bleiv ein landaplága.
Tvøroyrar Hornorkestur hevur 40 ár á baki í ár, og bleiv hetta heiðrað vid einum braki av einari konsert fyrr í ár í SALT, so felagskonsertin er sjálvandi eisini ein heiðran av teimum 40 árunum við hornblástri her suðuri, tykur kunnu vænta tykkum eina lætta konsert vid horntónleiki ið fevnir rættiliga víða og hvør veit – um ikki Potpourri Tvøroyri verdur eitt felags nummar, ið okur fara at hoyra til konsertina.
Teir ið stjórna orkestrunum eru navnarnir Tróndur Olsen og Tróndur Enni.
Kostnadur 50 kr.
Facebook viðmerkingar