Vágs kommuna: Tann 31. oktober varð Gunnvá Arnfinnsdóttir útlærd í skrivstovulæru innan fyrisiting. Læriplássið var á kommunuskrivstovuni hjá Vágs kommunu.
Gunnvá byrjaði í skrivstovulæru á kommunuskrivstovuni 1. november 2016, og varð útlærd innan fyrisiting 31. oktober 2018.
Ónskvøldið í farnu viku var hátíðarløta fyri Gunnvá, har býráðslimir og familja hennara vórðu boðin við og handaði Eydis Kjærbo, varaborgarstjóri eisini Gunnvá blómur og gávu.
Kelda: www.vagur.fo
Facebook viðmerkingar